Til forsíðuna
Síðuyvirlit
Send teldupost til Runavíkar kommunu
Enska síðu
  Kommunan
Vælkomin
Bygdir
Vinarbýir
Fyrisiting
Samband
Tíðindasavn
 
 
  Tænasta til tín  
 
  Kunningarstovan  
 
  Býráðið  
 
  Mentan og frítíð  
 
  Myndafrásagnir  
 
  Børn og ung  
 
  Bygging  
 
  Vinna  
 
  Port of Runavík  
 
 


Innrita
 
 
Leita

Nýt kassan niðanfyri at leita eftir tilfari á síðuni:
 
 
07-09-2010
Almenn móttøka í Dagtilhaldinum í Runavíkar kommunu
Í samband við at kommunan hevur latið Dagtilhald upp fyri borgarunum í kommununi, verður skipað fyri móttøku í Dagtilhaldinum á Torvgøtu 2 í Runavík (húsið hjá Eldrafelagnum Nón) hósdagin 9. september frá kl. 16.00 - 18.00.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Runavíkar kommuna
Les meira

06-09-2010
Heilsurenningin 3. september í Runavík
Eini 90 fólk møttu upp til heilsurenningina fríggjadagin, við ítróttarhøllina í Runavík.

kl. 17.00 komu fólk at avheinta startnummar, síðani var felags upphiting við YNDI Fitness og áðrenn renningin byrjaði segði Aksel Johannessen, landsstýrismaður nøkur orð.

Møguligt var at... Les meira

31-08-2010
Fólkaheilsurenningin 2010
Árliga fólkaheilsurenningin verður kring landið í vikuskiftinum. Endamálið við fólkaheilsurenningini er at fáa fólk at røra seg meira í gerandisdegnum og at hugsa um heilsuna.

Lagt verður til brots við fólkaheilsurenningini fríggjakvøldið 3. september í Runavík. Leygardagin 4. verður... Les meira

27-08-2010
TRUMFA
Eitt kvøld við lívligari mentan og litríkari list!

Nú verður skipað fyri einum nýggjum spennandi tiltaki í Mentanarvikuni, sum er í døgunum 24. – 31. oktober í ár.

Kvøldið fær heitið TRUMFA og verður fyriskipað fríggjakvøldið 29. oktober.

Býurin fer at kóka við... Les meira

26-08-2010
Luttøka á oljuráðstevnu í Stavanger
Magnus Rasmussen, borgarstjóri, Torbjørn Jacobsen, havnameistari og Klæmint Østerø, formaður í vinnu- og havnarnevndini hava hesa vikuna verið í Stavanger á ráðstevnu. Sambært Portalinum hevur ein av luttakarunum, Terje Hagevang, sagt, at hann metir góðar møguleikar vera fyri at finna olju í... Les meira

26-08-2010
Almenn móttøka á nýggju barnagørðunum leygardagin 28. august
Í samband við at nýggju barnagarðarnir á Skála og í Søldarfirði eru tiknir í brúk, verður høvi hjá almenninginum at síggja barnagarðarnir leygardagin 28 august.
Almenn móttøka verður í Søldarfirði frá kl. 13 – 15 og á Skála frá kl. 15.00 - 17.00

Navnakapping hevur verið og vóru... Les meira

20-08-2010
NSÍ skipar fyri stórum familjudegi í Runavík
Leygardagin 28. august kl. 09.00 verður stórur familjudagur við allskyns tiltøkum á fótbóltsvøllinum í Runavík.

Vit byrja dagin kl. 09.15 við at gingið verður frá vøllinum við Løkin niðan á Toftavatn har ársins vespa verður avdúka, og kl. 10.00 verður bjóða til ókeypis morgunmat við... Les meira

18-08-2010
Minnisløta um Gamla skúla í Rituvík
Mikukvøldið, kl. 18, hin 18. august, verður ein minnisløta um Gamla skúla í Rituvík.

Skráin fevnir um sang, avdúking av minnisplátu, røður og drekkamunn.

Eitt stórt telt er uppsett, ið rúmar nógvum fólki.

Nevndin vónar at nógv møta upp, soleiðis at tey kunnu minnast... Les meira

17-08-2010
Vinnustevnan Faroexpo og Mentanarvikan flutt!
Vinnustevnan Faroexpo er nú flutt til viku 43 - frá 25. - 28. oktober

Boðað verður hervið frá, at Faroexpo verður flutt til viku 43, tvs. frá 25. til 28. oktober. Hetta er eina viku seinni enn upprunaliga ætlað. Hetta kemst av at heystfrítíð er í Danmark í viku 42.
... Les meira

16-08-2010
2 nýggir barnagarðar lata upp í dag
Í dag lata nýggju barnagarðarnir á Skála og í Søldarfirði upp og byrja uml. 60 børn í nýggjum ansingartilboði.

Stovnurin á Skála hevur fingið navnið Barnahúsið Sellin og stovnurin í Søldarfirði hevur fingið navnið Náttúrubarnagarðurin Sóljuhjarta.

Búsetur hevur staðið fyri... Les meira

04-08-2010
Vitjan av Barnaheiminum í Uummannaq
Barnaheimið frá Uummannaq, sum er vinarbýur hjá Runavíkar kommunu, hevur aftur í ár vitja í Runavík.

Umboð frá Runavíkar kommunu vóru og bowlaðu í Leirvík saman við børnunum.

Á myndunum eru Ann Andreassen, leiðari á Barnaheiminum og Sæunn Hansen, varaborgarstjóri og børn frá... Les meira

03-08-2010
Laksa – og Sølutorg í oysandi áarføri!
Leygardagin 17. juli varð skipað fyri árliga summartiltakinum við stóra Laksa- og Sølutorginum í Runavík, sum Kunningarstovan og Runavíkar kommuna skipaðu fyri. Tiltakið var frá kl. 10.00 til 16.00

Hóvst streymsvik um alt landi og oysandi áarføri leitaðu rættuliga nógv fólk sær á laksa-... Les meira

02-08-2010
Fyrsti arbeiðsdagur hjá nýggja havnarmeistaranum
Torbjørn Jacobsen, havnameistari hjá Runavíka kommunu.
Mánadagin 02.08.2010 skipaði Runavíkar kommuna fyri hátíðarhaldi á Havnarskrivstovuni í Runavík í samband við, at Torbjørn Jacobsen var settur í starv sum havnarmeistari í Runavíkar kommunu 01.08.2010.
Virkandi borgarstjórin, Sæunn... Les meira

28-07-2010
Ferðamannaskip á Runavíkar havn
m/s Prinsendam hjá reiðaríðnum, Holland Amerika line, sum er eitt hollenkst reiðarí liggur í dag á Runavíkar havn.

Ferðamannaskipið er 202 m langt og hevur 1250 fólk umborð, harav 450 starvsfólk og 800 ferðafólk.

Skipið kom kl 08.00 og væntast at fara frá bryggju kl 17.00 Les meira

24-07-2010
Sæunn Ólavsdóttir Hansen borgarstjóri
Meðan Magnus Rasmussen, borgarstjóri, er í summarfrí 26. juli - 15. august, verður Sæunn Ólavsdóttir Hansen virkandi borgarstjóri. Sæunn hevur drúgvar royndir í kommunupolitikki: hon var fyrstu ferð vald í Runavikar býráð 2001-2004. Valskeiðið 2005-2008 sat hon fleiri tíðarskeið sum varalimur.... Les meira

24-07-2010
SÚKKLUKAPPINGIN VITJAÐI
Eins og undanfarin ár, kom súkklukappingin Statoil Kring Føroyar eisini framvið á okkara leiðum, tí kappingini í gjár var málið við Glyvra skúla. Aftur hesa ferð vann Hafsteinn Ægir Geirsson, bara var eitt sekund framman fyri riðilin aftanfyri. Í dag er stóra styrkiroyndin, tá súkklararnir skulu... Les meira

23-07-2010
Oyndradagar - Summarhugni í Oyndarfirði
Oyndfirðingar skipa aftur í ár fyri summahugna í bygdini, sum verður leygardagin 24. juli. Grillað verður á skúlaøkinum, har møguleiki er at keypa okkurt at leggja á grilla.
Eisini verða fiski- og súkklukappingar, tónleikur, syngið við og dansur við Jákup Marner Anthoniussen... Les meira

21-07-2010
Kommunuskrivstovan stongd
Kommunuskrivstovan er stongd vegna summarfrí í tíðarskeiðnum frá 26/7 - 13/8 2010.

Kunningarstovan er opin sum vanligt mánadag - fríggjadag kl. 9.00 - 16.00. Tey sum hava átrokandi ørindi til kommununa meðan skrivstovan er stongd, kunnu venda sær til Kunningarstovuna ella til... Les meira

20-07-2010
Skráin fyri summarhugnan í Oyndarfirði
Kl. 14 Fiskikapping v/yvirraskilsi niðri á havnaøkinum
Kl. 15 Súkklukapping við skúlan
Kl. 16 Spøl á vøllinum
Kl. 18 Grilling á skúlaplássinum
Kl. 20 Sámal Ravnsfjall
Kl. 22 Syngi við
Kl. 24 Dansur
Les meira

19-07-2010
Supply bátur á Runavíkar Havn
Fyrsti supply báturin í ár er júst komin á Runavíkar Havn.
Viking Lady frá Haugesund er 92 metrar langur.
Supply báturin kemur at sigla við útgerð ímillum boriplatform, sum borar á Føroysukum økið og Runavíkar Havn. Les meira

15-07-2010
Laksa- og Sølutorgið
Komið á Laksa- og Sølutorgið í Runavík leygardagin kl.10-16. Her verður sera nógv spennandi at síggja og uppliva fyri øll.

Á torginum er leskiligt laksaborð við ókeypis smakkiroyndum til øll vitjandi.

Á skránni verður m.a
Tónleikur, Trøllapætur og omman,... Les meira

13-07-2010
Skrá fyri Laksa- og Sølutorgið
Skrá fyri Laksa- og Sølutorgið

10.00: Vælkomin. Torgið letur upp.

10.00 – 16.00: Kunningarstovan í Runavík hevur opið

11.00 – 15.00: Listaframsýning í býráðssalinum við Frits Jóhannesen verður opin

11.00: Flemming Hjøllund (sang, gitar) & Agnar Lamhauge... Les meira

13-07-2010
Vinnustevnan Faroexpo fær góða undirtøku
Fyrireikararnir av Faroexpo 2010 merkja størri áhuga í ár í mun til í fjør viðvíkjandi tilmelding til vinnustevnuna, sum er í døgunum 18.-21. oktober. Longu nú eru umleið 40 fyritøkur og stovnar meldaðar til Faroexpo. Hetta er sostatt sættu ferð at Faroexpo fer av bakkastokki í... Les meira

07-07-2010
Eyka býráðsfundur í kvøld
Eyka býráðsfundur í kvøld, 7. juli kl. 19. Sí skrá: Býráðið/Býráðsfundir/2010/07.07.2010 Les meira

30-06-2010
Skúlin og Løkshøll eru opin fyri almenninginum í dag
Skúlin og Løkshøll eru opin fyri almenninginum í dag frá kl. 15 - 19, har framsýningin hjá Navia eisini er at síggja.
Øll eru vælkomin.

Runavíkar kommuna Les meira

 
 
Svarta talva
26-08-2010
Kommunulæknaavloysarar á Skála og í Runavík
01-01-2010
Barnaverndartænastan svarar alt samdøgrið, tlf. 417090
Vís alla talvuna
 
 
Tiltøk
24-10-2010
Mentanarvika í Runavík
25-10-2010
Faroeexpo
29-10-2010
TRUMFA
Vís øll tiltøk
 
 
Leys størv
10-09-2010 12.00.00
Pedagogur til Barnagarðin á Mýrunum
15-09-2010
Námsfrøðingar til Barnahúsið Sellin og Náttúrubarnagarðin Sóljuhjarta
 
 
Vevmyndatól
Vevmyndától
 
Vindmátari

 
 
Heiðavegur 26 FO-600 Saltangará Tel. +298 41 70 00 Fax. +298 41 70 01 runavik@runavik.fo
Heimasíðuloysnin er veitt av Formula Media